
Fagraberg, sum seinastu tíðina hevur verið í dokk á Skála, fer nú aftur til fiskiskap.
Hjá Mest á Skála er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt við skipið umframt ymiskt, sum skal gerast í sambandið við klassan.
Fagraberg er bygdur í 1999, men hóast skipið er 26 ára gamalt, so hevur skipið verið eitt av bestu uppsjóvarskipunum øll árini.
Felagið, sum eigur Fagraberg, er Framherji í Fuglafirði, sum hevur átt skipið síðani 2006 og hevur Fagraberg roynst felagnum sera væl.
Framherji hevur keypt eitt uppsjóvarskip úr Hetlandi sum eitur Serene, sum kemur í flotan tíðliga í komandi ár.
Hetta skipið skal síðani avloysa Fagraberg, og fer eisini at fáa navnið Fagraberg. Serene er bygt í 2018, og lastar eitt vet minni enn Fagraberg, men verður tó eitt av størstu uppsjóvarskipunum í føroyska flotanum.
Tá ið nýggi Fagraberg kemur í flotan, skal núverandi Fagraberg seljast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald