- Hesin túrurin má kallast at verða ein góður túrur. Vit hava roynt eystanfyri Føroyar eftir upsa. Skipini hava umleið 560 kør tilsaman, sum er umleið 160 tons.
- Eg havi verið við Stelki í gott nýggju ár, so eg man hava trivist. Eg fylti 67 ár í heyst, so um fáar vikur kann eg fara í land og gerast pensjonistur. Tað ætli eg mær kortini ikki, tí eg vóni at kunna sigla nakað afturat.
Tað sigur Magnus Petersen, sum er dekkari og kokkur umborð á Stelki, sum samtrolar við Bak.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Mær dámar væl at sigla við Stelki, hóast vetrarnir mangan kennast buldrasligir. Skipini eru ikki stór, og tí eri eg móður, tá eg havi verið tveir túrar, og fái frítúr. Komin til hús, kenni eg møði í kroppinum í einar tveir dagar, sigur hann.
- Hesin túrurin má kallast at verða ein góður túrur. Vit hava roynt eystanfyri Føroyar eftir upsa. Skipini hava umleið 560 kør tilsaman, sum er umleið 160 tons, sigur Magnus.
- Hálini vóru ójøvn, frá 15 og upp til 55 kør. Nú og nakrar vikur fram, plagar at verða góð fiskitíð eftir upsa, so vit vóna fiskiskapurin verður góður, sigur Magnus.
Bakur og Stelkur vóru úti í góða viku. Í morgun landaðu teir til Faroe Origin í Runavík, og fara aftur til fiskiskap í kvøld.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald