Innanlands

Gamli Jupiter skal seljast

Seinastu tíðina hevur Framherji í Fuglafirði átt Gamla Jupiter úr Kollafirði, men nú skal skipið seljast

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-09-30 20:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í mars í fjør, at Framherji keypti Jupiter úr Kollafirði, sum varð blivin avloystur av einum nýggjari skipið, og hevði fingið navnið Gamli Jupiter.

Framherji skuldi brúka eitt skiftisskip í sambandi við, at Framherji hevði selt Høgaberg til Noregs og valið fall á Gamla Jupiter, sum var eitt hóskandi skip tá ið talan var um orku og last.

Skipið skuldi verða partur av flotanum hjá Framherja til reiðaríið fekk nýggjan Høgaberg í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær at nýggi Høgaberg er seinkaður til seint í heyst. 

Av tí at Framherji ikki hevur tørv á Gamla Jupiter longur, er avtala gjørd um, at útlendska reiðríið Jaczon Trawlers keypir skipið, sum framvegis kemur at hava heimstað í Føroyum, hóast tað ikki í vinnu við nýggju eigaranum, og síðani skal skipið á sølulista, verður upplýst fyri fiskur.fo

Gamli Jupiter liggur í løtuni í Kollafirði í sambandi við at Framherji skal handa skipið til Jaczon Trawlers.

Framherji keypti Gamla Jupiter úr Kollafirði fyri 43 milliónir krónur.

Hóast skpið skifti eigarar, so skifti skipið hvørki navn ella heimstað, av tí at talan einans var um eitt skiftisskip.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder