2024-06-04 14:02
Gamli Jupiter hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har skipið hevur verið til 30 ára klassing.
Skipið hevur ligið á Havnini síðani tann 10. mai, og arbeiðið verður væntandi liðugt hesa vikuna.
Tá ið gamli Jupiter er klassaður, verður farið á makrelveiðu.
Tað er reiðaríið Framherji, sum eigur Gamla Jupiter, og brúkar tað sum skiftisskip meðan bíðað verður eftir at nýggi Høgaberg kemur í flotan seint í ár.
Nýggi Høgaberg verður í løtuni gjørdur liðugur hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen (Mynd: Karstensens Skibsværft)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald