Innanlands

Garnabátur landaði 5.000 pund í Klaksvík í gjár

Ganrabáturin Gudrun landaði í gjár umleið 5.000 pund í Klaksvík

Gudrun (Savnsmynd: Skipalistin)

Gudrun (Savnsmynd: Skipalistin)

2023-06-14 07:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Garnabáturin Gudrun, úr Klaksvík, landaði í gjár umleið 5.000 pund til NFCS í Klaksvík.

Gudrun hevur hendan túrin fiskað norðanfyri, og so gott sum alt var havtaska, sum garnabáturin landaði.

Gudrun er ein av eldru træbátunum, sum er í føroyska flotanum. Báturin er bygdur í 1964.

Gudrun varð keypt til Føroyar í 1971, og fekk tá navnið Sjóvarstrond.

Tað er felagið Gudrun Sp/f, sum eigur bátin, og reiðari er Betty Amalia Vilhelmsen í Klaksvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder