Gitte Henning 1 fingið navnið Gøtunes

Skipið hevur verið heimahoyrandi í føroyska flotanum í eitt knapt ár, og nú hevur skipið fingið nýtt navn

Savnsmynd( Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd( Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-26 18:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var á fyrstan sinni talan um eina leiguavtalu, sum bleiv til eina keypsavtalu, har seljarin hevði møguleikan at keypa skipið aftur, um nýggju eigararnir í Gøtu ikki høvdu tørv á Gitte Henning meira eftir at Tróndur í Gøtu varð umvældur.

Tað eydnaðist Varðanum í Gøtu at selja Jupiter meðan Tróndur í Gøtu varð umvældur, og tí var nú grundarlag fyri at varðveita Gitte Henning 1, sum skipið kallaðist, og sum allatíð var eitt fyribils navn, so leingi einki endaligt var avgjørt.

Fyri smáum tveimum vikum síðan varð navnið Gitte Henning tikið burtur, og í dag er greitt, at skipið skal eita Gøtunes, sum er eitt staðarnavn í Gøtu.

Gøtunes fyrireikar seg nú til makrelfiskiskapin sum skal byrja í august mánað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder