Innanlands

Góðir útróðratúrar

Útróðrarbátarnir Heidi og Hellufossur landaðu í morgun á Toftum. Teir hava verið vestanfyri og fiskiskapurin var góður

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-04-01 16:00 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í morgun landaðu útróðrabátarnir Heidi og Hellufossur á Toftum. Báðir høvdu verið vestanfyri og fiskiskapurin var góður.

Heidi hevði umleið 8000 pund á 24 stampum og Hellifossur hevði umleið 4400 pund á 14 stampum.

- Nærum alt er toskur, tí vit hava bara umleið 200 pund av hýsu, segði Magnus í Hjøllum, skipari á Heidi.

Jack Højgaard, skipari á Hellufossi segði eisini, at nærum øll veiðan var toskur.

Teir bløgga fiskin, sum síðani verður lagdur í ís ella ísvatn umborð, og kruvdur á landi.

Báðar manningarnar egna nakað av goggu, sum sigst vera gott toskaagn.

Hendan søgan er ikki “aprílsøga” hóast tað er 1. apríl 

Gud signi sjófólkið!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder