Innanlands

Góðu prísirnir muna væl

Veturin var sera buldrasligur til veður, og tá er ikki nógv at gera hjá okkum við lítlum báti, sigur Ísakur Petersen, skipari á trolbátinum Búgvanum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-07-07 19:31 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Veturin var sera buldrasligur til veður, og tá er ikki nógv at gera hjá okkum við lítlum báti. Harafturat var fiskiskapurin sera smáligur frá september í fjør til nú í mars, so tað vóru keðiligir mánaðir fyri okkum.

Tað sigur Ísakur Petersen, skipari á trolbátinum Búgvanum.

- Hálvan mars gjørdu vit ein góðan toskatúr, og apríl mánaður hevur verið góður, so nú er huglagið betri, sigur hann.

- Fyrsta mai byrjaði fiskiskapurin á landleiðini, og hann hevur verið í lagið. Tað hevur verið brúkiligur fiskiskapur eftir flatfiski, so sum tungu, reyðsprøku og havtasku, men smáligt við toski, sigur hann.

- Fiskaprísirnir eru góðir og tað munar væl, nú oljan gjørdist sera dýr. Tí er úrtøkan brúkilig. Annars hevði raksturin verið sera tungur hjá bæði bátum og fiskiskipum,- sigur Ísakur.

Búgvin landaði 19 tons í Klaksvík í dag.

Teir fara væntandi avstað aftur í annaðkvøld.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn. 

Teimum umborð á Búgvanum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder