Innanlands

Góður blandingur av flatfiski

Skálafossur landaði í morgun umleið 30.000 pund í Havn. Meginparturin er flatfiskur og er ein góður blandingur av tungu, reyðsprøku og havtasku, sigur skiparin, Allan William Djurhuus

Allan William Djurhuus, skipari á Skálafossi (Mynd: Sjómansmissiónin)

Allan William Djurhuus, skipari á Skálafossi (Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-06-06 20:11 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í morgun landaði trolbáturin, Skálafossur, í Havn. Teir høvdu roynt á landleiðini og fiskiskapurin var væl brúkiligur.

- Eg haldi, túrurin er góður, tí vit hava roynt í seks dagar og hava 314 kassar, sum er umleið 30.000 pund. Meginparturin er flatfiskur og er ein góður blandingur av tungu, reyðsprøku og havtasku. Tað sigur skiparin, Allan William Djurhuus.

- Vit hava loyvi at hava upp til 35 prosent hjáveiðu av toski. Hendan túrin høvdu vit umleið 25 prosent , so tað var í lagi, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Landleiðsbátarnir, ið eru smáu trolararnir, sum avmarkaða tíð av árinum, kunnu trola inn at seks fjórðingum á ávísum leiðum; byrjaðu fyrst í mai, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, sigur Allan.

- Fiskurin er hampiliga væl fyri, og tað er onkur nebbasild at síggja í fiskinum. Nakað av svartfugli er eisini at síggja, men hvussu fiskiskapurin og útlitini eru nú, í mun til síðstu árini, veit eg ikki rættiliga, tí eg eru nýggjur í hesi vinnuni, sigur Allan.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og fekk eitt prát við Allan. Eitt Guds orð varð lisið og bøn biðin.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder