Uttanlands

Gongur framá við nýggja trolaranum hjá Varðanum

Trolarin, sum Varðin letur byggja fyri Rankan, er við at taka skap á útlendsku skipasmiðjuni, har skrokkurin verður gjørdur

Nýggi trolarin hjá Varðanum tekur skap í Pólandi

Nýggi trolarin hjá Varðanum tekur skap í Pólandi

2025-09-03 13:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Varðin í Gøtu er í løtuni í gongd við at byggja ein nýggjan og framkomnan trolara fyri Rankan, sum reiðaríið seldi til Sandavágs fyri jól í 2023.

Skrokkurin tekur so smátt skap á skipasmiðjuni í Pólandi.

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið verður 44,15 metrar langt, og 11,60 metrar breitt. Tronarin, sum verður ein frystitrolari, skal hava ein Wartsila-25 motor við 2.611HK. Hetta er ein motorur, sum brennir lítið, og sum er gjørdur klárur til at vera umbygdur til grønar loysnir. 

Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og Mest, og reiðaríið hevur lagt seg eftir at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum gjørligt. 

Tá ið avtalan varð kunngjørd í februar í 2024 segði Varðin, tey gleddust um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. Mest hevur áður bygt trolarar og hava fyri nýliga bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara.

Skrokkurin til nýggja trolaran verður bygdur á Stocznia Wisla í Gdansk í Pólandi.

Eftir ætlan verður skrokkurin liðugur um ársskiftið, og síðani skal hann til Føroya, har skipið skal gerast liðugt hjá Mest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder