Innanlands

Grønlendsk skip landa makrel í Kollafirði

Polar Princess og Polar Amaroq hava landað makrel í Kollafirði

Polar Princess er annað av skipunum, sum hevur landað makrel í Kollafirði seinastu dagarnar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Princess er annað av skipunum, sum hevur landað makrel í Kollafirði seinastu dagarnar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-08-15 08:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendsku skipini Polar Princess og Polar Amaroq hava landað makrel í Kollafirði.

Polar Princess hevur landað umleið 700 tons av frystum makreli, og fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa.

Polar Princess hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Uppsjóvarskipið Polar Amaroq hevði umleið 1.000 tons við til lands, har ein partur bleiv landaður til Havsbrún í Fuglafirði, og tað frysta bleiv landað í Kollafirði.

Polar Amaroq hevur eisini verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fer í íslendskan sjógv at fiska makrel næsta túr.

[object Object]Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder