2022-05-28 14:02

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í morgun á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.
Gøtunes hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Veiðan - 420 tons, verður landað til matna hjá Varðanum Pelagic, og tá ið Gøtunes hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald