Innanlands

Gøtunes landar svartkjaft á Tvøroyri

Svartkjaftafiskiskapurin er nú av álvara skotin í gongd

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-16 15:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í morgun á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Gøtunes hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Gøtunes hevur umleið 1500 tons av svartkjaft við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Tá ið Gøtunes hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder