Innanlands

Gøtunes landar svartkjaft í Fuglafirði

Gøtunes kom í dag inn við 3.100 tonsum av svartkjafti

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-10-02 21:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið gøtunes kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu, og landar 3.100 tons til Havsbrún.

Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu í íslendskum sjógvi, og hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið Gøtunes hevur landað, verður farið á makrelveiðu í bretskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder