2024-12-03 08:04
Uppsjóvarskipið Gøtunes er komið inn við 300 tonsum av sild.
Gøtunes hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið vánaligur.
Skipið hevur seinastu dagarnar ligið bakk, og umborð á Gøtunes bleiv avgerð tikin um at sigla inn við tí nøgdini, sum var umborð.
Gøtunes skal landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri klokkan tíggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald