2025-01-15 06:46
Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa 1.050 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Gøtunes hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið Gøtunes kom inn var einki pláss á Tvøroyri, og tí fór skipið á Runavík at bíða til klárt var á Tvøroyri.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald