Gøtuskipini inn at landa makrel

Gøtunes, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði sigla inn at landa makrel

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

Gøtunes (Savnsmynd: Calum Gray)

2025-08-26 15:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tey trý stóru uppsjóvarskipini hjá Varðanum sigla inn at landa makrel.

Gøtunes siglur inn við 340 tonsum av makreli, sum skal landast á Tvøroyri, har Varðin Pelagic skal taka ímóti. 

Aftaná gøtunes skal Tróndur í Gøtu landa 800 tons av makreli til Varðan Pelagic. Bæði Gøtunes og Tróndur í Gøtu hava verið á makrelveiðu norðanfyri. 

[object Object]Tróndur í Gøtu (Mynd: Gorm Niclassen)

Finnur Fríði hevur sett kós móti Noregi, har skipið skal landa 350 tons av makreli, sum skipið hevur fiskað í norskum sjógvi, og tá er krav, at veiðan skal bjóðast út á Sildelaget.

Skipini hava havt góðan fiskiskap hendan túrin. 

[object Object]Finnur Fríði (Mynd: Varðin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder