2026-09-06 08:48
Trolararnir Akraberg og Gadus hava verið á rækjuveiðu seinasta túr, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Akraberg hevur beint undir 620 tons, og Gadus hevur umleið 600 tons.
Báðir trolararnir fóru til fiskiskap síðst í juni, so talan hevur verið um ein drúgvan túr hjá manningunum.
Gadus skal landa sína last í Ánunum týsdagin, meðan Akraberg skal landa sína last til Bergfrost í Fuglafirði, har teir vera mikudagin.
Tá ið trolararnir hava landað, verður farið á toskaveiðu í Barentshavinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/06/10/890x590/1781079990s60ifndkpz.webp)
Gadus (Savnsmynd: Atli Hansen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald