Granskarin Ian Salter, sum dagliga arbeiðir á Havstovuni og á iNova hevur júst fingið eina grein givna út á virda náttúrutíðarritinum Nature Communication.
Og tað er slóðbrótandi gransking, sum verður løgd fram í greinini ”Environmental DNA concentrations are correlated with regional biomass of Atlantic cod in oceanic waters”, sum Ian Salter hevur skrivað saman við Mourits Joensen, Regin Kristiansen, Petur Steingrund og Poul Vestergaard.
Granskingararbeiðið snýr seg um sokallað umhvørvis-DNA í sjónum, eisini kallað eDNA. Føroyska granskingin vísir, at mongdin av eDNA frá eitt nú toski í sjónum kann siga hvussu tað stendur til við toskastovninum í økinum, tí mongdin av DNA í sjónum fylgir tætt teimum úrslitum, sum fáast við royndartrolingum.
Føroysku granskingarúrslitini merkja, at tað helst kann vera møguligt at gera eina neyva meting av teimum ymsu fiskasløgunum við at taka vatnroyndir, og so kanna eftir hvørji eDNA eru í prøvanum og telja hvussu nógv er til.
Janus Vang, stjóri á granskingarsetrinum iNova fegnast um, at føroyskir granskarir nú eru við heilt frammi innan hesa gransking.
Ian Salter, sum er onglendingur, men búsitandi í Føroyum, segði við útvarpið á middegi, at hóast ávíst er, at henda tøknin nú kann brúkast til stovnsmetingar, so er tað eisini í framtíðini neyðugt við yvirlitstrolingum fyri at fáa álítandi tøl fyri stovnin.
Hansara vón er, at fyribils granskingarúrslitini nú fara at føra til, at føroyskir granskarar kunnu fáa stuðul uttanlands, eitt nú frá ES, fyri á tann hátt at kunna fara víðari við granskingararbeiðinum.
Ian Salter (Mynd: kvf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald