Innanlands

Birita setti met um vikuskiftið

Birita landaði um vikuskiftið størstu lastina, sum skipið hevur fiskað undir føroyskum flaggi

Birita setti met í vikuskiftinum og landaði størstu lastina, sum skipið hevur fiskað (Savnsmynd: Callum Gray)

Birita setti met í vikuskiftinum og landaði størstu lastina, sum skipið hevur fiskað (Savnsmynd: Callum Gray)

2026-05-04 11:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Birita landaði um vikuskiftið svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Birita hevði 2.065 tons av svartkjafti, sum er størsta nøgdin skipið hevur havt síðani tað kom undir føroysk flagg.

Birita fór aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi í nátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder