GroAqua og Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka. Hetta tá ið tað kemur til stødd av fóðurgoymslu og tal av fóðurlinjum.
Tað boðar GroAqua frá í skrivi fyrrapartin. Felagið hevur yvir 100 fólk í samtakinum - í fýra ymiskum londum.
Framkomni fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðuri og hevur 24 fóðurlinjur. Við hesum er møguligt at fóðra 24 aliringum samstundis. Neyðugt er hedur ikki við starvsfólki fast.
- Fóðurflakin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini hjá GroAqua á Kambsdali, sum ger, at fóðurflakin verður ómannaður.
(Myndir: GroAqua)
GroAqua boðar frá, at hetta er størsti sáttmáli, sum GroAqua nakrantíð hevur gjørt, tí fóðurflakin er annar av tveimum fóðurflakum, sum GroAqua skal byggja fyri Bakkafrost á hesum sinni.
- Vit hjá GroAqua eru errin av at hava gjørt eina søguliga avtalu við Bakkafrost um at byggja tveir stórar fóðurflakar. Verkætlanin vekir ans uttanlands, tí talan er um slóðbrótandi fóðurflakar í mun til støddina og tøknina umborð, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua arbeiðir við hesi verkætlan.
Tað er GroAqua í Pólandi, dóttirfelag hjá GroAqua í Føroyum, sum stendur fyri byggingini av fóðurflakunum saman við starvsfólkum í Føroyum. Flakarnir skulu verða lidnir næsta summar.
Oddvald Olsen og Jón Purkhús, sum eru alileiðarar hjá Bakkafrost, og Ólavur Thomsen og Daniel Obradovic frá GroAqua í Føroyum (Mynd: GroAqua)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald