Innanlands

Grønlendskt uppsjóvarskip landað til Pelagos

Tuneq hevur landað eina minni last til Pelagos

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-08-07 18:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendska uppsjóvarskipið Tuneq landaði í gjár til Pelagos.

Upplýst verður, at Tuneq landaði 200 tons av makreli til Pelagos í gjár, sum teir hava fiskað í grønlendskum sjógvi.

Tuneq hevur eitt sindur eftir í lastini, men av tí at makrelurin, sum er eftir ikki er nóg feskur, verður restin møguliga landað til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til mjøl og lýsi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder