2024-08-05 21:09
Grønlendski trolarin Svend C er komin á Kollafjørð at landa 950 tons av makreli.
Svend C hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir komu á Kollafjørð í nátt, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi.
Grønlendsku skipini hava góðan fiskiskap í altjóða sjógvi, og skipini koma til Føroyar at landa makrelin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald