Uttanlands

Grønlendskur trolari rent á fyri aðru ferð í ár

Grønlendski trolarin Polar Nataarnaq var júst komin aftur til Grønlands eftir at skipið varð umvælt í Danmark, aftaná at tað rendi á ein annan trolara, tá ið tað rendi á eitt ísfjall. Skipið skal nú umvælast fyri aðru ferð í ár

Polar Nataarnaq rendi á eitt ísfjall júst sum hann var komin aftur til Grønlands eftir eina umvæling eftir samanstoyt við Akamalik fyrr í ár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Nataarnaq rendi á eitt ísfjall júst sum hann var komin aftur til Grønlands eftir eina umvæling eftir samanstoyt við Akamalik fyrr í ár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-07-26 14:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í januar í ár, at Polar Nataarnaq rendi á grønlendska trolarin Akamalik.

Polar Nataarnaq fór síðan til Danmarkar, har skipið bleiv umvælt. Fyrr í hesum mánaðinum kom Polar Nataarnaq á Havnina, har skipið skuldi taka útgerð umborð og síðani fór skipið aftur til Grønlands, har skipið skuldi til fiskiskap.

Leygardagin hendi tað so aftur at Polar Nataarnaq rendi á, hesaferð tó á eitt ísfjall.

Skipið liggur nú á Skála, har skipið skal umvælast. Tað er eisini á júst hesari skipasmiðjuni at Polar Nataarnaq er bygdur. Skipið er upprunaliga bygt í 1989 sum Ocean Castle.

Funnu hassj umborð seinast teir vóru í Føroyum

Tá ið skipið var í Føroyum fyri nýggju døgum síðani, í sambandið við at skipið skuldi taka útgerð umborð, var løgreglan umborð, og har funnu teir fleiri kilo av hassji.

Ein av manningini varð skuldsettur og dømdur í málinum, og avgerð skuldi síðan takast til, um hann skuldi sita dómin í Grønlandi ella í Føroyum.

[object Object]Mynd: Kiran Jóanesarson 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder