Innanlands

Guds orð og bøn áðrenn fráferð

Áðrenn loyst varð og kósin varð sett móti Svalbard týsdagin, var andakt umborð á rækjutrolaranum Hvítanesi

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-03-13 19:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Týskvøldið fór rækjutrolarin Hvítanes avstað. Teir skulu á rækjuveiðu við Svalbard. Áðrenn kósin varð sett móti fiskileiðini, varð útgerðin roynd eystanfyri Føroyar.

Klokkan fimm týsdagin, meðan trolarin lá á molanum í Havn og manningin legði síðstu hond á fyrireikingarnar til túrin, varð rópt í hátalaran umborð, at nú skuldi avtalaða andaktin verða.

Hugaligt var at síggja, at menn møttu væl upp. Sangurin rungaði við fylgispæli av harmoniku.

Sjómanstrúboðarin hevði andaktina, bøn og las signingina yvir skip og manning.

Teimum umborð á Hvítanesi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder