Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum í føroyskum sjógvi, skrivar Tjóðsavnið.
Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.
(Mynd: Ingi Sørensen)
Gullbrandur (Cyanea capillata)
Í Sundunum og á Skálafirði er vanligt at síggja gullig rundbøllut skap flóta í vatnskorpuni seint á sumri og um heysti.
Hetta er hvalspýggjubøllurin á gullbrandi, sum er størsta hvalspýggja um okkara leiðir. Í Føroyum gerst bøllurin neyvan størri enn hálvan metur í tvørmáti, men aðrastaðir kann bøllurin gerast meiri enn tveir metrar í tvørmáti og trevsurnar okkurt um 30 metrar. Omanífrá er liturin gulbrúnur.
(Mynd: Ingi Sørensen)
Blábrandur (Cyanea lamarckii)
Í mun til gullbrand er blábrandur oftari at síggja nærri landi, t.d niður við kajkanti ella í bátahyli, ofta saman við okkara vanligu hvalspýggju.
Blábrandur gerst ikki so stórur sum gullbrandur; bøllurin kann verða okkurt um 30 sentimetrar. Sum navnið sigur, so er bøllurin bláur á liti.
Nøvnini gullbrandur og blábrandur
Í lívfrøðibókunum hjá Teodori Hansen (sála) sæst, at hann kallar hesa størru trevsutu hvalspýggjuna fyri gullbrand. Onki verður nevnt um nakra aðra. Í gomlum bókum verður eisini bert tosað um hvalspýggju, og onki verður nevnt um ávís nøvn, bert tey latínsku nøvnini Cyanea capillata og Aurelia auria.
Tey gomlu hava tí ikki givið sær far um hvussu nógv ymisk sløg av hvalspýggju hava verið.
Í dag vita vit at væl at fleiri sløg eru, tó uttan at vit hava nóg góðan kunnleika til hvørji tey eru. Eitt av hesum er Cyanea lamarckii. Tað kann hava verið her leingi, men hetta vita vit ikki tí fyrstu skrásetingarnar eru frá 1964, og er skrásett av Natural History Museum (London)
Í Noregi kalla tey hetta slagið blå brennmanet, í Svøríki blåmanet, í Danmark blå brandmand, í Íslandi blálogi og í Bretlandi blue jellyfisk. Tí er ógvuliga hóskandi at vit her í Føroyum kalla hetta slagið fyri blábrand. Blátt eftir ráðandi bøllulitinum, og at kalla seinna liðin brandur, bæði tí trevsurnar brenna og tí syskinaslagið eitur gullbrandur.
Kelda: Tjóðsavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald