Í tíðarskeiðnum juni 2023 til mai 2024 útfluttu Føroyar fyri 12,4 milliardir krónur.
Tað eru 516,9 milliónir krónur - ella 4 prosent - minni enn sama tíðarskeið árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Fiskavøruútflutningurin var 11,8 milliardir krónur. Hann er minkaður 131,4 milliónir krónur - ella 1,1 prosent.
Útflutningurin av laksi, fóðuri og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum og -vørum gongur aftur ella stendur í stað.
Útflutningurin av laksi er vaksin 242,9 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 4,3 prosentum, og nøgdin er vaksin við einum prosenti.
Aðrar vørur, sum toga útflutningin uppeftir, eru fóður og lýsi. Her er vøksturin ávikavist 79,9 og 271,5 milliónir krónur - ella 13,2 og 122,5 prosent. Tilsamans er útflutningurin av fóðuri, fiskamjøli og lýsi vaksin við 15.000 tonsum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald