Innanlands

Hassj í stórum mongdum funnið á Avataq - er nú á veg til Føroya

23 kilo av hassji eru funnin á stóra grønlendska rækjutrolaranum Avataq, sum lá við bryggju í Frederikshavn

Avataq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Avataq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-06-13 22:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt stórt politiátak hevur í dag verið umborð á størsta fiskifarinum í Grønlandi, Avataq, sum liggur við bryggju í Frederikshavn.

Politiið í Norðurjyllandi hevur verið umborð við fleiri patruljum, og tað hevur eydnast at finna stórar mongdir av hassji, heili 23 kilo, skrivar nordjyske.dk.

Tað vóru fólk frá Skat, sum vóru umboð, sum funnu eina minni nøgd av hassji, og tí settu seg í samband við løgregluna. Við hjálp frá hundum hevur eydnast at funnið stóru mongdina.

Eingin av manningini, sum telur 22 hevur játtað seg sekan ella hevur sagt seg kenna nakað til hetta. Men vakthavandi hjá løgregluni í Norðurjyllandi sigur, at tey hava tryggjað spor, og so eru vakmyndatól, sum skulu hyggjast ígjøgnum.

Stóra mongdin av hassji hevur í Danmark eitt virði uppá 11-12 milliónir við einum prísi upp á 50 kr fyri grammi. Nordjyske.dk skrivar, at um hassjið var ætlað at selja í Grønandi, er prísurin nakað væl hægri. Sambært sermitsiaq.ag kostaði eitt gram 500 krónur í apríl 2020.

Avataq hevur loyst, og er nú ávegis til Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder