Innanlands

Hatta var tað hjá Magnusi

Í síðstu viku kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna. Bíðað verður nú eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat víðari skal henda við gamla havrannsóknarskipnum

Magnus Heinason við Vestaru bryggju í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Heinason við Vestaru bryggju í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-30 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin í síðstu viku kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna.

Í februar og mars samtrolaði hann við Jákup Sverra á yvirlitstrolingum á Landgrunninum, og síðan gjørdi hann yvirlitstrolingar á Føroyabanka. Nú er hann liðugur við sína seinastu uppgávu og liggur í Vestmanna, meðan bíðað verður eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat víðari skal henda við honum, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Í hesi 40 árini, ið Magnus Heinason hevur verið rannsóknarskip, hevur hann savnað inn nógva vitan um tilfeingið og tað sum fyriferst undir vatnskorpuni í okkara havøki.

Manningin, sum øll árini hevur verið við Magnus Heinason, hevur støðast væl, og nú Jákup Sverri hevur tikið yvir, heldur manningin fram í teimum nýggju umstøðunum. Tó, sum náttúrligt er, so fara fólk frá fyri aldur, tá tann tíðin kemur, og nú Magnus Heinason gavst, eru nakrir samstundis givnir fyri aldur. Her er merkisvert, at Dánjal Jákup Lydersen, skipari á Magnusi Heinasyni, mynstraði við Magnus Heinason fyrsta túrinum í 1981 og hevur sostatt fylgt skipinum øll hesi 40 árini.

Hann segði seg úr starvi seinasta vetur, men játtaði tó av vera skipari, nú Magnus Heinason skuldi samtrola við Jákup Sverra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder