Í vár keypti reiðaríið Navigare í Søldafirði tvey systurskip úr Írlandi, sum eru bygd í 2008. Tey hava fingið ymiskar ábøtur, eru dagførd og eru umbygd til sjálvlossarar í Pólandi.
Nú eru bæði skipini, Hav Brim og Hav Sund, farin í vinnu.
Í gjár kom Hav Brim fyrstu ferð til Føroyar, tá tað kom á Kollafjørð við skervi.
Hav Brim er 89,90 metrar langt og 14,40 breitt og lastar 4600 tons. Motorurin er ein 1980 KW MAK.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár. Hann hevði eitt Guds orð, bøn og lýsti signingina.
Frá Sjómansmissiónini fekk manningin skriftstað, bíbliu, andaktsbók og annað.
Sjómansmissiónin ynskir einaferð enn reiðarínum til lukku og Guds signing við Hav Brim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald