Tað var mánadagin í farnu viku, at Hellutangi, fóðurflakin hjá alifelagnum Luna, sleit í illveðrinum og rak inn á sandin á Víkum, og har liggur hann enn.
Atli Gregersen, stjóri á Luna, segði fríggjadagin við Útvarpið, at tey fóru at kanna flakan í vikuni, tá veðrið var blivið betri, men hóast veðrið er batnað nakað síðani, hevur tað enn ikki borið til hjá teimum at kanna hann.
– Hóast tað er fínasta veður, so er tað ókyrt, og tað er ikki ráðiligt at fara við kavarum at hyggja og svimja runt um hann, so leingi sum tað er brim har, tí tá setur mann mannaheilsu í vanda, sigur Atli Gregersen við Portalin.
Hvussu leingi Hellutangi kemur at liggja á sandinum ber ikki til at siga, fyrr enn tey hava kannað flakan og sæð, hvørjum standi hann er í.
– Vit hava gjørt allar møguligar metingar, men enn vita vit ov lítið, sigur Atli Gregersen.
Luna fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri.
Sí myndirnar, sum vórðu tiknar norði á munna seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald