Línuflotin hevur ein miðalaldur, sum er omanfyri 40 ár og møguleiki er fyri, at hann kann lækka.
Elsta línuskipið í flotanum er Havbúgvin. Línuskip hoyra til bólk 3, og mánadagin kom mest framkomni báturin í bólkinum á Toftir, har skipið er keypt úr Norra.
- Havbúgvin er eitt gamalt skip, men hóast sín høga aldur, so er skipið í góðum standi, og skipið er nógv umbygt, sigur Háldan Gudmundsen, reiðari, sum leggur afturat, at Havbúgvin rundaði tey seksti í síðstu viku.
- Vit hava allatíð eyguni opin eftir einum avloysaraskipi, men tað er ikki bara at keypa. Útilitini skulu helst eisini vera fyri einari endurnýggjan, sigur reiðarin, sum minnir á, at heimaflotin hevur verið í tungari aldu seinastu mongu árini, og tí skal man ikki leypa framav so skjótt tað byrjar at batna.
Spurdur um teir hava funnið nakað skip, sigur Háldan, at tað hava teir ikki, men hyggja allatíð, og at um tað skuldi hent, at teir keyptu eitt nýggjari skip, so varð talan helst um eitt nýggjari skip enn Eivind, og nokk líknandi einum sum Jógvan I, sum er bygt í 1998.
Um so er, at Havbúgvin verður skiftur út so sigur Hálvdan Gudmundsen, at tað er ikki vist at skipið hevði verði lagt.
Sí eisini: Yvirlit: Línuflotin yngist ikki stórvegis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald