Tað er ikki nógv, at føroyski línuflotin yngist við teimum báðum nýggju skipunum í flotanum, Jógvan I, og nýggja Klakki.
Um vit ikki rokna hesi nýggjaru línuskipini við, so hava vit ein miðalaldur upp á 44,3 ár. Fleiri av línuskipunum eru eldri enn 50 ár, og tað trekkir miðaltalið langt upp. Havbúgvin er elst við sínum 60 árum.
Nú tvey nýggjari skip koma í flotan, Jógvan I, sum er bygdur í 1998 og nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2009, minkar miðaltalið eitt vet. Jógvan I kemur í føroyska flotan fyri Sigmund og Borðoyanes, sum báðir eru 43 ára gamlir, og harvið rúka av listanum.
Hetta broytir tó ikki so øgiliga nógv. Tá nýggi Klakkur verður skrásettur í flotanum fyrst í januar hava vit eitt miðaltal sum eitur 41 ár.
Tað skal havast í huga, at gamli Klakkur helst verður verandi í flotanum, og at okkurt av eldru línuskipum rýkur út. Hetta kann fáa miðalaldurin eitt sindur niður.
Miðalaldurin á skipunum niðanfyri er 41 ár.
Havbúgvin (60 ár)
(Mynd: Claire Poel)
Núpur (59 ár)
(Mynd: Jn.fo)
Jákup B (59 ár)
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Pison (58 ár)
(Mynd: Skipalistin)
Vesturhavið (56 ár)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Helena (55 ár)
(Mynd: Skipalistin)
Ågot (49 ár)
(Mynd: Shipspotting)
Skørin (44 ár)
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Váðasteinur (42 ár)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Kambur (32 ár)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Eivind (31 ár)
(Mynd: Skipalistin)
Klakkur (30 ár)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Kvikk (32 ár)
(Mynd: Skipalistin)
Sandshavið (31 ár)
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Stapin (30 ár)
(Mynd: Skipalistin 2019)
Jógvan I (21 ár)
(Mynd: Sverri Egholm)
Klakkur (9 ár)
(Mynd: MarineTraffic.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald