Uttanlands

Herd ósemja um fiskirættindi millum Frakland og Bretland

Frakland hevur í dag lagt hald á eitt bretskt fiskifar fyri at gera vart við seg

Í vár vístu fronsk fiskifør eisini sína ónøgd yvir bretska fiskivinnupolitikkin (Mynd: BBC)

Í vár vístu fronsk fiskifør eisini sína ónøgd yvir bretska fiskivinnupolitikkin (Mynd: BBC)

2021-10-28 10:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frakland hevur í dag lagt hald á eitt bretskt fiskifar, sum sigldi í fronskum sjógvi uttan loyvi, og givið einum øðrum skipi ávaring.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Tað er nýggjasta gongdin í fiskivinnustríðnum millum Frakland og Bretland, sum er orsøkin. Stríðið snýr seg um, at fronsk fiskiskip ikki hava fingið loyvi til at fiska í bretskum sjógvi, nakað, sum Frakland heldur seg hava rættindi til.

- Talan er ikki um eitt kríggj, men um eitt stríð, sigur Annick Girardin, sum er fronsk ráðkvinna fyri handanhavs øki við RTL-útvarpsstøðina.

Franska stjórnin argast um, at Bretland og ermasundsoyggin Jersey í farna mánaði sýttu fyri at geva fronskum skipum fiskiloyvi.

Tað snýr seg um eitt øki 6 til 12 fjórðingar frá Jersey.

Sambært fronsku stjórnini er tað brot á Brexit-avtalurnar, at Bretland ikki hevur givið fronsku fiskiførunum hesi loyvi.

Franski evroparáðharrin, Clement Beaune, sigur, at Frakland nú fer at brúka harðari tiltøk, tí sambært honum er tað bara slíkt, ið bretar skilja.

Bretska stjórnin segði í morgun í einum boðum, at fronsku tiltøkini eru óhóskandi, og at tey eru vónsvikin yvir, at eitt samstarvsland fremur slíkar atgerðir.

Í gjár kunngjørdi Frakland ein lista yvir tiltøk, sum verða sett í verk frá 2. november, um onki hendir í ósemjuni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder