Innanlands

Anru kom á Havnina í gjár

Anru hevur fiskað millum 55-60.000 pund hendan túrin

Anru (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Anru (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2026-05-31 11:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línubáturin Anru kom á Havnina í gjár, har báturin skal landa.

Anru hevur verið til fiskiskap á Føroya Banka, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

- Vit hava millum 55-60.000 pund, og nógv tað mesta er toskur, sigur Gundur Sørensen, sum er ein av eigarunum og skipari.

Anru hevur roynt á Føroya Banka, og fiskað varð í tvey og eitt hálvt døgn og aftrat hesum fer so eitt døgn til samans til at sigla út á fiskileið og aftur inn til lands.

- Vit hava drigið 38 stokkar, sum svarar til umleið 120 stampar, leggur Gundur Sørensens aftrat.

Tá ið Anru hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder