2024-01-29 21:03
Partrolararnir Heykur og Falkur eru komnir á Runavík við 200.000 pundum, sum parið hevur fiskað undir Føroyum.
Partrolararnir Heykur og Falkur hava í dag landað 200.000 pund av botnfiski til Faroe Origin í Runavík, harav meginparturin av veiðuni er upsi.
Parið hevur verið til fiskiskap vestanfyri undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tá ið Heykur og Falkur hava landað, verður farið aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald