Innanlands

Hildu ólavsøku á Lúsabankanum

Fóru mánakvøldið, og vóru aftur við fullum skipum leygardagin

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-08-03 19:01 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava roynt eftir gulllaksi á Lúsabankanum. Tað eru 180 fjórðingar at sigla út á bankan, so vit kunnu óivað siga, at vit hava verið so langt frá ólavsøkuni sum ein ísfiskatrolari kann fiska undir Føroyum.

Tað sigur Kristen Friis, skipari, á Skoraberg, sum samtrolar við tvíburin Fuglberg.

- Hóast hetta er longsti túrur at sigla á fiskileið, so er hetta ein av skjótastu og bestu túrum, vit hava gjørt á gulllaksinum í ár. Vit fóru mánakvøldið og nú er leygardagur og vit eru aftur við fullum skipum. Skipini gjørdu trý vanlig tóv hvørt og so tvey stutt hvør, og so var meiri enn uppí kørini, áleið eini 250 tons tilsamans, sigur hann.

- Vit hava fiskað gulllaks í fýra mánaðir, og tað er tann tíðin, vit vanliga nýta at fiska okkara part av kvotuni á uml. 4000 tons. Vit gera vanliga fýra túrar um mánaðin og liggja um 1000 tons um mánaðin. Gulllaksurin hevur verið størri í ár enn í fjør, uml. 500 gram í miðal, men tíverri hevur prísurin verið lægri enn í fjør, sigur hann.

- Kvotan hjá okkum er uppfiskað, meðan hini bæði gulllaksapørini hava nøkur tons eftir. Vit komu á Toftir eftir nøkrum tonsum av ísi, tí okkara ísmaskina fekk trupuleikar og tí, at vit skulu ikki landa í Kollafirði fyrr enn mánadagin. Nú skulu skipini á beding; so nú fáa vit nakrar frídagar. Aftaná fara vit aftur á upsaveiðu, sigur Kristen Friis.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Teir vóru væl nøgdir, og tíð var bæði til drekka, práta og eina takkarbøn til Guds.

placeholder
placeholder