Høgni Hoydal er ikki samdur við teimum røddunum, sum vilja vera við, at nýggja fiskivinnuskipanin forðar fyri, at skip vera bygd. Tað sigur landsstýrismaðurin við blaðið “Vinnulívið”, sum er komið á gøtuna.
- Eg eri sannførdur um, at nýggja skipanini, um hon sleppur at virka, fer at økja um virðið á okkara fiski og vørum í risastóran mun. Eisini fara íløgur í skip og framleiðslu at síggjast skjótt.
- Men beint nú royna sterkar kreftir í vinnuni, útlendsk peningaáhugamál og serliga politiskt í Fólkaflokkinum at basa øllum í føðingini, tí tey ynskja at privatisera ognarrættin til tilfeingið, sigur Høgni Hoydal.
Í samrøðuni við Vinnulívið sigur Høgni Hoydal eisini, at hann menningarkvoturnar eru eitt býtisbarn, sum eingin ordiliga vil eiga, og har er neyðugt við tillagingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald