Um tann ólukkuliga støðan skuldi íkomið, so eru tey fyrireikaði á Varðanum Pelagic.
Tekniska toymið á Varðanum Pelagic hevur, umframt sínar dagligu uppgávur, ta týdningarmiklu uppgávu at vera hjálpi-roykkavarar. Hetta merkir, at teir hava teoretiskar og praktiskar førleikar innan roykkaving og eldsløkking við fullari sløkkiliðsútgerð á stóra virkinum hjá Varðanum Pelagic.
Hjálpi-roykkavararnir kunnu vera lokala sløkkiliðnum til hjálpar í tí ólukkuligu støðu, at eldur kyknar á virkinum. Teknikararnir hava tann fyrimunin, at teir kenna hvønn krók á virkinum og kunnu tí virka sum týdningarmiklir vegvísarar í einum roykfyltum virki.
Í síðstu viku var árliga venjingin og uppfrískingin av hesum teoretisku og praktisku førleikunum á skránni. Lærlingar, sum leggjast afturat tekniska toyminum, verða eisini útbúnir sum hjálpi-roykkavarar á Varðanum Pelagic.
Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari á Vága Floghavn, undirvísti í venjingini og letur sera væl at okkara dugnaligu hjálpi-roykkavarum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald