2023-08-09 07:02

Uppsjóvarskipið Hoyvík setti í gjár kós móti Skagen, har skipið skal landa makrel.
Hoyvík hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og Hoyvík hevur partrolað við ran, sum kom til Føroyar 21. juli.
Sum skilst, so hevur Ran roynst væl, og tá ið Hoyvík hevur landað verður farið aftur til fiskiskap eftirmakreli, og skipini skulu aftur partrola.
Ran er komin inn at bíða inntil Hoyvík hevur landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald