Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 577.000 tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22 prosent í mun til í ár.
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 1,4 milliónir tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4 prosent í mun til tilmælið í ár.
Henda lækking kemst av, at árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettir at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingarstovninum komandi árini. Bulurin í fiskiskapinum er nú góðu árgangirnir frá 2020 og 2021.
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 402.000 tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3 prosent í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingarstovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.
Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.
Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið 30-45 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina, men í 2024 minkaði ovveiðan av sild og svartkjafti við umleið 10 prosentum, skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald