Aftur í ár stríðist partur av norsku alivinnuni við herviligu ILA-laksasmittuni. Í teimum trimum norðastu fylkjunum er smittan staðfest í 17 alibrúkum tilsamans, meðan trý brúk á Vestlandet eisini eru rakt, skrivar NRK við Fiskeridirektoratet sum keldu.
Nú verður ávarað um, at árið í ár kann gerast verri enn 2020 hvat ILA-sjúkuni viðvíkur.
ILA-virus finst í tveimum frábrigdum – annað er skaðiligt, og hitt ikki, sigur Bjørn Olav Kvamme frá Havforskningsinstituttet við NRK.
- Tað skaðaleysa frábrigdið er lutfalsliga vanligt, og finst í fleiri alibrúkum. Og so kann tað – av ókendum orsøkum, gerast til tað skaðiliga frábrigdið. Tað er orsøkin til, at ILA kann koma fyri rættiliga tilvildarliga í øllum Noregi, sigur hann.
Smittan kann spjaða seg millum alibrúk, antin gjøgnum fisk, ið er sloppin, ella umvegis fólk og útgerð, sum ber virusið.
- Vit síggja, at samband millum alibrúk, eitt nú bátar, manning og útgerð kann vera við at føra smittuna víðari, sigur Are Tømmersberg Sletta, deildarleiðari í Mattilsynet.
Tað er Mattilsynet, sum stendur fyri at niðurberja smittuna í Noregi. Men enn hava tey ikki staðfest, hvussu smittan er komin.
ILA kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey alibrúk, ið verða rakt, greiðir Line Ellingsen, stjóri í Ellingsen Seafood frá.
Felagið hevur fingið staðfest ILA í einum aliringi í Tjelsund í Troms. Harvið má allur fiskurin í alibrúkinum slaktast, hóast tað bert er funnin smitta í tí eina ringinum.
Ikki bara hevur fiskurin ikki fingið ta stødd, hann skuldi hava áðrenn hann verður slaktaður. Men tað er heldur ikki marknaður fyri laksi, sum kemur frá alibrúki, har ILA er staðfest, hóast hesin als ikki er til vanda fyri fólk, upplýsir Ellingsen fyri NRK.
Hetta er t.d. galdandi fyri kinesiska og avstralska marknaðin.
Enn vita tey ikki hvussu umfatandi ILA-smittan í Noregi kann gerast í hesum umfari, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald