2026-06-15 13:06
Nógv bendir á at íslendska lodnukvotan fer at økjast munandi, skrivar íslendskir miðlar.
Væntast kann, at lodnukvotan verður 358.000 tons, sum er ein hækking á 81 prosent, og verður hetta veruleikin kunnu føroysk skip fiska knapt 18.000 tons av lodnu, sum svarar til 5 prosent av íslendsku kvotuni.
Trý føroysk reiðarí hava lodnukvotu, tey eru Framherji, Varðin og samtakið hjá Norðborg og Christian í Grótinum í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald