Innanlands

Íslendskt uppsjóvarskip landar í Fuglafirði

Íslendska uppsjóvarskipið Huginn hevur 1000 tons av sild, sum teir landa til Pelagos

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-19 19:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska uppsjóvarskipið Huginn kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og hava 1000 tons av sild, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði.

Trý føroysk skip fiska eisini sild í íslendskum sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder