2022-01-31 12:11
Nú er greitt, at Jan Højgaard heldur fram sum formaður fyri Føroya Fiskimannafelag.
Seinasta freist at lata atkvøðuseðilin inn í formansvalinum var í gjár, og nú talt upp er, fær verandi formaður ein stóran meiriluta av atkvøðunum.
Jan Højgaard fekk 216 atkvøður meðan Mortan Berjastein, sum eisini stillaði upp til formann, fekk 105 atkvøður.
Formaðurin síðani 2007 fer sostatt undir eitt nýtt valskeið í morgin. Valskeiðini eru trý ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald