Kiyoshi Kimura, eigarin av einari røð av sushimatstovum í Japan setti í dag nýtt prísmet, tá hann keypti ein tunfisk fyri 333,6 milliónir yen (20,3 milliónir krónur) á uppboðssølu á einum fiskamarknaði í japanska høvuðsstaðnum Tokyo.
Tunfiskurin, sum varð funnin nærindis Aomori-landspartinum í Japan, vigaði 278 kilo.
Sambært TV2 er hetta størsta upphæddin, sum nakrantíð er goldin fyri ein tunfisk.
Gamla prísmetið frá 2013 var 155 milliónir yen (9,3 milliónir krónur), og hetta átti Kiyoshi Kimura eisini.
Kiyoshi Kimura segði við miðlafólk á staðnum, at hann bert hevði roknað við at brúka millum 30 og 50 milliónir yen ella í mesta lagi 60 milliónir, men tað endaði við, at hann brúkti væl meira enn tað.
Tá uppboðssølan var liðug, varð tunfiskurin fluttur til eina av matstovunum hjá honum.
Tunfiskurin er væl dámdur á sushimatstovum um allan heimin, og serfrøðingar ávara um, at stóri eftirspurningurin kann gerast ein hóttan móti stovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald