Innanlands

Jaspis og Ametyst ávegis til Klaksvíkar

Partrolararnir, sum seinastu árini hava havt heimstað í Tórshavn, fáa helst skjótt nýggjar eigarar í Klaksvík

Ametyst og systurskipið Jaspis fáa skjótt nýggjar eigarar í Klaksvík (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ametyst og systurskipið Jaspis fáa skjótt nýggjar eigarar í Klaksvík (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-12-09 10:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Jaspis og Ametyst, sum er bygdir í Vági í 1986, hava seinastu árini havt heimstað í Tórshavn.

Tað var eftir at Faroe Seafood fór á húsagang í 2010, at Mortan Jóhannesen, reiðari í Havn, keyptið parið, sum hevur havt góðan rasktur seinastu árini.

Partrolararnir hava roynst væl, men tað slepst ikki undan at teir eru tað minsta parið, sum er í flotanum í løtuni, um tað tó er grundin er til at parið eftir ætlan skjótt fær eigarar í Klaksvík vita vit tó ikki.

Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, hava upplýst, at enn er alt tó ikki komi uppá pláss, men gongst alt sum ætla so yvirtekur JFK samtakið parið við kvotum áðrenn jól.

Við Jaspis og Ametyst, so eigur JFK samtakið fýra pør, sum verða knýtt at Kósini í Klaksvík, sum tekur ímóti øllum tí feksa fiskinum, sum pørini fiska, tó verður gulllaksurin, sum Polarhav, Stjørnan, Fuglberg og Skoraberg fiska, landður til Tavuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder