Innanlands

Jaspis og Ametyst farnir til fiskiskap

Partrolararnir fóru til fiskiskap í gjárkvøldið, eftir at parið fekk nýggjar eigarar beint áðrenn jól

Ametyst hevur nú fingið havnakenningarnummarið KG 1193, eftir at eitt felag hjá Hanus Hansen keyptið parið beint áðrenn jól (Mynd: Eyðun Egholm)

Ametyst hevur nú fingið havnakenningarnummarið KG 1193, eftir at eitt felag hjá Hanus Hansen keyptið parið beint áðrenn jól (Mynd: Eyðun Egholm)

2024-01-07 08:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Japis og Ametyst fóru beint fyri midnátt aftur til fiskiskap, eftir at hava ligið á havnini seinastu vikurnar. Parið er selt til Klaksvíkar.

Tað er eitt felag hjá Hanus Hansen í Klaksvík, sum hevur keypt parið fyri 40 milliónir krónur.

Japis og Ametyst eru seldir við kvotum, men hóast parið skiftir heimstað so skifta skipini ikki nøvn.

 Við Jaspis og ametyst eru nú fýra pør, umframt fleiri línuskip, knýtt at virkseminum hjá Hanusi Hansen, sum landar veiðuna til Kósina í Klaksvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder