
Tíðliga í morgun varð Rescue Lív boðsendur at hjálpa einum trolara, sum ikki fekk siglt.
Tað var klokkan 4.45, at fráboðanin kom um, at trolarin Jaspis hevði trupulleikar, og klokkan 5.08 loysti bjargingarbáturin av Bursatanga í Havn, og klokkan 5.35 var Lív hjá trolaranum sum var staddur fýra fjórðingar eystur úr Eystnesi.
Rescue Lív skrivar á Facebook í morgun, at talan var um trupulleikar við gearinum, og tí fekk hann ikki silgt.
Sleipið gekk væl, og Rescue Lív og Jaspis vóru á Havnini klokkan 8.15, verður upplýst.
Lagt verður afturat, at Jaspis er størsta far, sum nýggi Rescue Lív hevur sleipað hesi trý árini, hann hevur verið í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald