Í gjár, fríggjadagin 1. mars, vardi Jóhannus Kristmundsson ph.d.-ritgerð sína um yvirvøkuhættir av alilaksi í ringunum.
Heitið á PhD-ritgerðini er "Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms". Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya. Jóhannus hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og fyrsti partur av verkætlanini varð gjørd á Firum.
– Í hesari ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd eru nýtt til at granska fiskaatburð. Ein nýggjur og sjálvvirkandi yvirvøkuháttur, ið brúkar fleirstrálað ekkolodd, er síðani mentur. Fyri at sjálvvirkandi síggja, hvar laksurin er í mátiúrslitunum, verður tilgjørt vit nýtt. Bygt á hendan yvirvøkuhátt varð ein kanning gjørd, har viðurskifti verða mátað, ið annars ikki áður hava borið til, so sum frástøða frá nót til fiskar og svimjitættleikin. Hesir yvirvøkuhættir skapa sera nógvar dátur, ið fyri at skapa nyttu skulu sendast til lands, stendur m.a. í samandráttinum av ritgerðini.
Verjan gekk sera væl, og Jóhannus fekk stórt rós fyri sítt arbeiði og fyri framløguna, skrivar Granskingarráðið, sum eisini hevur stuðlað verkætlanini.
Vegleiðarar hava verið Qin Xin, professari á Fróðskaparsetrinum, Øystein Patursson, stjóri í ráðgevarafyritøkuni RAO og John Potter, professari á NTNU.
Í metingarnevndini vóru Knud Simonsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Føre, lektari á NTNU og Rubén González Crespo, professari á International University of La Rioja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald